Avlíving av seyði
Í 2. kapitli, §8 í Løgtingslóg nr 9 frá 14. mars 1985 um vernd av dýrum, stendur:
Tann, sum ætlar at avlíva eitt dýr, skal vissa sær, at dýrið verður dripið so skjótt og pínuleyst sum gjørligt.
Eftir hesari grein, kann ikki vera ivi um, at seyður skal skjótast, áðrenn hann verður svævdur.
Niðanfyri standandi myndir vísa, hvar seyðurin eigur at verða skotin.


Mynd av seyðarhøvdi, har heili og nasarúm eru løgd inn á. Leggið til merkis hvar og hvussu heilin liggur í mun til eyguni og hornini.


Drigin er ein strika millum eyguni øðrumegin og hornini hinumegin, fyri at vísa hvar skjótast skal.