Fyribyrgjandi viðgerð av seyði eftir árstíð frá klipping og eitt ár framm.
Hetta er ætlað sum leiðbeining og kann sjálvsagt lagast eftir viðurskiftunum hjá tí einstaka, men havast má í huga, at nakrar viðgerðir skulu gerast til fasta tíð. Fß annars rß­ frß djˇralŠknanum, um hvussu tÝn sey­ur eigur at vi­gerast fyri orm, iglar og ˇtoy.
Klipping 
um heystið
Koppseting av sleppingarlombum og brundlombum: 
Koppingarevni fyri bráðsótt og blóðsótt eru at fáa í handkeypssølu á apotekunum. Holla leiðbeining hesum viðvíkjandi eiga tit at fáa haðani. 
Covexin
Viðgerð fyri iglar og fyri orm í vinstur, vilum og lungum. Allur seyðurin verður viðgjørdur við evni at geva inn fyri orm og iglar. Á lágum haga verður mælt til at viðgera upp aftur  í  januar vátar og lýggjar vetrar.
Combinex.
Viðgerð fyri lús, førilús og skrubb

Viðgerð fyri smáar lýs og førilús við evni at spræna eftir rygginum, sokallað "Pour-on" viðgerð. Hetta drepur ikki skrubb. Tí kann verða neyðugt at viðgera inniseyð við evni, sum drepur skrubb.
Crovect, Noromectin.

Um jólini Allir hundar eiga at vera viðgjørdir fyri bendilorm fyri at minka um vatnbløðrufongdina í seyðinum.
Milbemax

2-3(-8) vikur
undan lembing
Ý aprÝl
Koppseting av óm fyri blóðsótt og bráðsótt: 
Koppingarevni eru at fáa í handkeypssølu á apotekunum. Holla leiðbeining hesum viðvíkjandi eiga tygum at fáa haðani.
Covexin
Viðgerð fyri orm í vinstur, vilum og lungum. Evni at geva inn ella at sprŠna undir skinni­.
Noromectin ella Endospec
 
Áseyðaroyting 
í juli
Lombini ver­a koppsett fyri blóðsótt og bráðsótt: 
Koppingarevni eru at fáa í handkeypssølu á apotekunum. Holla leiðbeining hesum viðvíkjandi eiga tygum at fáa haðani.
Covexin
Viðgerð fyri orm í vinstur, vilum og lungum. 
          1)    Hagaseyður: 
Allur sey­urin ver­ur vi­gj°rdur vi­ evni at geva inn ella at sprŠna undir skinni­.
          2)    Heimaseyður: 
Heimaseyður gongur ofta á trengri lendi, sum tí verður meira tøðdálkað. Ney­ugt kann tÝ vera at vi­gera oftari fyri orm ß sumri. Hˇskandi er at vi­gera um Jˇans°ku og eftir Ëlavs°ku. Eisini kann sey­urin vi­gerast Ý samband vi­ flyting frß einum °ki til anna­.
Noromectin ella Endospec

Ansið eftir, at evnið verður givið, sum tilskilað á ílatinum. Ansið eftir, at rætti skamturin verður nýttur. Ansið eftir, at afturhaldstíðin, sum er tilskilað á ílatinum, verður fylgd.

GEVIÐ GÆTUR!
Vanligur kropshiti hjá seyði er 39,3 C. Vanligt termometur av gamla slagnum ver­ur br˙kt. Hettar verður hildið í sperðilsopinum, alt sum tað er, í 3-5 minuttir!!!