Djóralæknatænastan
Faroese Veterinary Service

Varðagøtu 85, FO-100 Tórshavn, Telefon 315273, fartelefon 216830, 210583, 210633
Teldupostur.
Djóralækni

Vit eru á facebook
Vit veita øllum dýrum alla vanliga veterinera viðgerð. Tríggir djóralæknar, nærlagdir og vandnir. Dagførd teknisk útgerð.

Coronavirus. COVID-19.

Vit hava opið sum vanligt, men fyri at minka um vandan fyri at vit, djóralæknarnir verða smittaðir, hava vit skipað arbeiðspláss og -tíðir okkara øðrvísi enn vit plaga.

Fyri at verja fyri coronavirussjúkusmittu(covid-19) hjá fólki í samband við vitjan í Djóralæknatænastuni, gera vit vart við:

Um tað ber til, so royna vit at avgreiða viðtalur í telefon, heldur enn at fáa vitjan.

Tit eru vælkomin, um so er, at hundur, ketta ella annað dýr hjá tykkum er sjúkt, men gerið okkum tann beina, at ringja áðrenn tit koma.

Ansið eftir, at bert ein persónur kemur við dýrinum.

Hava tit sjúkueyðkenni sjálvi, fá so onkran annan at koma við dýrinum.

Vit gera vart við, at einki er, sum bendir á, at hundar og kettur og onnur vanlig húsdýr her í Føroyum kunnu smittast við coronavirusi, sum elvir til covid-19.


Koppsetið hundin!


Merkið kettuna!


Okkara myndasavn


Petshop

Djóralæknavaktin er at hitta uttan fyri vanliga arbeiðstíð, frá klokkan 16.00-08.00 gerandisdagar og alt samdøgrið leygar-, sunnu- og halgidagar. Ringið á tlf 315273, sum vísir til vakthavandi djóralækna.

Vit eru at hitta á telefon 315273, ella í viðtaluhølunum á Varðagøtu 85, FO-100 Tórshavn.



©

eXTReMe Tracker