Illkvæmur rovubruni

Coryza gangrenosa, Malignant catarrhal fever

 

Definitión

Illkvæmur rovubruni er sjúka hjá neytum sum vit síggja av og á í Føroyum. Sjúkan er sjáldsom. Tað kunnu ganga ár ímillum, at vit síggja neyt við hesari sjúkuni, men hin vegin er hettar ein sjúka, sum í so gott sum øllum førum, førir við sær, at neytið doyr.

 

Smittan

Sjúkan er elvd av einum herpesvirusi,  Ovine herpesvirus-2 (OvHV-2). Tað er heilt vanligt, at seyður hevur hendan virusin í sær, men seyður gerst ongantíð sjúkur av hesum. Neytini verða smittaði av seyðinum, men tað verður ikki roknað við, at tey kunnu smitta hvørt annað. Tað smittandi virusið er serliga at finna í slevi og tárum, og tað smittar serliga við beinleiðis sambandi millum dýrini, men eisini við til dømis fóðuri og amboðum. Tað verður eisini hildið, at smittan kann førast við luftini.

 

Sjúkan

Ígerðartíðin hevur við kanningum víst seg at vera úr 7 í 49 dagar. Har sjúkan er natúrliga íkomin, hava verið tekin um, at ígerðartíðin kann hava verið upp í 200 dagar. Sjúkan kann koma sera brádliga á. Neytini fáa bruna í eygunum, munnrovuni, í nasarovuni og í viljarrovuni. Tey sleva og snora og kunnu fáa rennandi innrið. Likamshitin fer vanliga upp á 40-41,6C.

 

Fyribyrging

Sum vera man er best at hava neyt og seyð heilt atskild. Neyt og seyður eiga ikki at standa í sama rúmi, og fóður og amboð eiga ikki at verða flutt ímillum rúm, har neyt og seyður standa. Hin vegin verður virusið inaktiverað av øllum vanligum desinfektiónsevnum, og tað livir ikki leingi uttanfyri vertin, so tað verður ikki roknað við, at vandi stendst av at hava neyt og seyð standandi í sama húsi, bert tey standa í hvør sínum rúmi uttan beinleiðis samband ímillum, og hugsað verður um, at smitta ikki verður borin ímillum eindirnar við til dømis fóðuri og amboðum.

 

 

Myndirnar hevur ein bóndi latið okkum at vísa á her.