Reyðstapi

Hesin skaddi reyðstapin var borin í Djóralæknatænastuna. Tekin vóru til, at ein ketta hevði haft fatur í honum.
Annars síggjast reyðstapar viðhvørt í flokkum ella nakrir fáir saman í Føroyum í oktober og november ella seinni. Teir búleikast annars í furuskógi í Europa, Siberia og Amerika.
Nógv var at síggja av hesum fugli í 1988 (Fuglar í Norðurhøvum, Søren Sørensen og Dorethe Bloch, 1990)
Hesin reyðstapin var funnin 22. oktober 2004.