
.
![]() |
|
|
|
|
|
|
búkrúminum
á seyði eru millumstøði av bendilorminum (Taenia
hydatigena) hjá hundi. Í vilunum á hundi verður
bendilormurin upp til 5 m langur. Ormaeggini eru í skarninum og
smitta seyðin av lendinum. Tá smittan kemur í seyðin,
verður hon førd til livrina, har snultidýrið í
umleið 2 vikur grevur seg gjøgnum livravevnaðin. Hettar
kann geva broytingar í livrini, sum eru átøkar teimum
akuttu broytingunum vit síggja tá seyður hevur livuriglar.
Úr livrini fer snultidýrið í búkrúmið,
har tað setur seg í til dømis netjuna og verður til
eina vatnbløðru, ið er úr 1-8 cm stór. Vanliga
verður seyður ikki sjúkur av vatnbløðrum, men
tað verður tó rátt til at viðgera
hundar fyri bendilorm eina ferð um árið. Ridluskriði (Scrapie). Ridluskriði er sjúka, sum setur seg í heilan hjá seyði. Seyðurin verður rillutur, fær illa gingið og dettur. Eisini hevur seyðurin herviligan kláa. Ullin dettur av og skinnið verður sárut, sum seyðurin skriðar sær. Hettar er smittandi sjúka sum ikki lekist. Ridluskriði og neytaøði er ikki sama sjúku, tó at tær líkjast sera nógv, og at tað verður hildið, at neytaøði upprunaliga er komin frá seyði. Í Føroyum, sum í øðrum londum, eru ásetingar um hvussu farast skal fram, tá sjúkan verður staðfest. Landsdjóralæknaembætið tekur sær av øllum spurningum hesum viðvíkjandi. Einhvør sum hevur illgruna um, at seyður kann hava ridluskriða, eigur at boða myndugleikunum frá hesum.