Djóralæknatænastan

Varðagøtu 85  FO-100 Tórshavn tlf 315273 fax 317819 e-mail: postur@djoralaeknin.com

_________________________________________________________________________________

 

Leiðbeining í samband við skurðviðgerð av hundi.

 

 

 

Hundur tygara er uppskrivaður til at verða skurðviðgjørdur. Ber tað til, so er best, um hundurin er fastandi tá hann kemur.

 

Mannagongd, tá hundurin verður doyvdur.

Hundurin fær fyrst eina sproytu í lærið, so hann verður nakað doyvdur. Eftir umleið 10-15 minuttir, verður evni sproytað í eina æðr, sum ger, at hundurin verður doyvdur heilt. Síðan verður beinan vegin syrgt fyri, at hundurin fær súrevni (ilt) og doyvingarevni at anda niður í seg. Hundurin er nú fult doyvdur, og klárur til skurðviðgerð.

 

Skurðviðgerðin.

Skorið verður inn á, alt eftir hvør viðgerð verður givin, og at enda verður skinnið seymað saman aftur.

 

Eftir skurðin.

Eftir viðgerðina vaknar hundurin aftur innan fyri umleið ein hálvan tíma, og er helst førur fyri at standa á beinunum tá. Hundurin fær ein kraga um høvdið, fyri at hann ikki skal sleikja sárið. Ymiskt er, hvussu skjótt hundar koma heilt fyri seg aftur, men tað kunnu ganga úr fáum tímum, heilt upp í nakrar dagar, til hundurin er tað sama aftur eftir doyving og skurð.

Tygum fáa heilivág at geva hundinum, t.d. fyri bruna og pínu. Heilivágurin verður givin inn eftir áskrift á pakkanum.

Penturnar í sárinum eiga at verða tiknar umleið 8-10 dagar eftir skurðviðgerðina. Hettar kunnu tygum sjálvi gera, ella tygum koma til okkara at fáa hettar gjørt.

 

Vit nýta hesa útgerð í samband við størri skurðviðgerðir:

Komesaroff doyvingartól til inhalatiónsdoyving.

Vettest 8008 blóðkanningartól.

Vet420A monitor og/ella Medair Life Sense monitor. Møguleiki at fylgja við EKG, blóðtrýst, puls, hjartalag, O2 í blóði, CO2 í útandingarluft, likamshita og andadrátti undir skurðviðgerð.

Alt eftir hvør skurðurin er, hóskandi skurðviðgerðartól.

 

Blóðroynd undan skurðviðgerð.

Vit mæla til, at blóðroynd verður tikin av hundinum undan skurðviðgerðini. Hettar verður gjørt, sum partur av heilsukanningini, fyri at staðfesta heilsustøðuna hjá hundinum í samband við doyving og skurðviðgerð.

 

Vit eru altíð tveir djóralæknar um hundin, tá vit gera stórar skurðviðgerðir.

Tygum eru annars vælkomin at seta tygum í samband við okkum á tlf 315273, um okkurt er at spyrja um.

 

 

 

 

Djóralæknatænastan