At venja hund við tannarøkt.

 

Gev tær stundir at venja hundin undir friðarligum umstøðum og ikki bert skunda tannrøktina inn í tað dagliga verkið.

 

Ven fáar endurtøkur av venjingarstiginum, sum komið er til, so at hundurin ikki verður ovurvandur og tess vegna ikki vil akta. Ansa eftir at steðga venjingini, um hundurin ikki vil akta og setur seg ímóti.

 

Øll venjingarstigini skulu enda við hugnaligum, vinarligum og sissandi samskifti við hundin, soleiðis at hann ikki verður í iva um ta góðu ætlanina við tiltakinum.

 

  1. Byrja við at fáa hundin at dáma tannkremið við at smyrja tað á ein fingur ( sama fingurin, sum verður nýttur sum tannbust í parti av venjingartíðini) og lata hundin sleikja fingurin.                                                                                                                                                       
  2. Tá ið hundurin fær hug at sleikja fingurin, koyrir tú fingurin inn í kjaftin millum framtenninar og vørrina, samstundis sum hundurin sleppur at sleikja hann. Halt fingurin í kjaftinum eitt stutt bil uttan at byrja at busta tenninar.
  3. So við og við sum hundurin leggur til merkis, at tað smakkar væl at fáa fingurin í kjaftin,  kunnu tenninar bustast við at flyta fingurin varisliga eftir tonnunum, men bert á kjálkasíðuni og bert eina stutta løtu.
  4. Eftir hetta kann farast meira gjølla til verka við at busta upp og niður og royna at fara longri aftur, so at jakslarnir eisini verða bustaðir; men framhaldandi bert á útsíðuni á tonnunum. Ansa eftir, at hundurin alla tíðina kennir seg tryggan, og gevst, áðrenn hundurin setur seg í móti, at tú bustar.
  5. Tá ið tannbustin skal nýtast í staðin fyri fingurin, er ráðiligt at byrja aftur á 1. stigi, so at hundurin venur seg við hendan fremmanda lut, áðrenn sjálv bustingin byrjar.
  6. Halt fram við venjingini sum undir 2. stigi (nú við tannbustini í staðin fyri við fingrinum), og tá ið hundurin vil hava tannbustina í kjaftinum, kann farast til 3. stig og við varligum rørslum flyta tannbustina aftur og fram.
  7. Við 4. stigi er venjingin við at vera liðug. Nú ræður bert um í smáum at leingja bustingina við fáum sekundum í senn við dagligu bustingini.                                                                             

 

Gevið Gætur!

Tannsteinur, tannplettir og tannabruni er mest á útsíðuni, (kjálkasíðuni) á tonnunum. Tí er tað nógv meira umráðandi at busta útsíðuna enn innsíðuna (tungusíðuna) á tonnunum. Og gott tað sama, tí innsíðan er nógv verri at koma til, og tað krevur meira tol, tí neyðugt er at halda kjaftin opnan fyri at sleppa fram at innsíðuni. Tað krevur harðligari handfaring av hundinum, og tí kann vera verri at fáa hundin at akta.

 

Gevið eisini gætur, at tannkrem, ætlað fólki, ikki eigur at verða nýtt til hundar. Í tannkremi til fólk er Fluor. Hundar fáa ikki skola munnin eins og vit gera; men roknast má við, at teir svølgja tannkremið, og hetta kann elva til Fluor-eitring. Nýtið heldur tannkrem, ætlað hundum.