Yorkshire Terrie'arar fingu reinar tenn.

Åge Andersen kom við tveimum Yorkshire Terrie hundum, 5 og 7 ára gamlir, at reinsa tenn.
Tenninar vóru rættuliga lagdar við tannsteini. Teir vóru báðir doyvdir nakað, so tað bar til at koma fram at tonnunum. Síðani blivu tenninar reinsaðar.
Tá teir fóru avstað aftur, vóru teir heldur ørkymlaðir av doyvingini, men tenninar vóru hvítar og vakrar.