Tík fekk 8 hvølpar við keisaraskurði.
Ein labrador tík í viðtaluhølunum hjá okkum. Hon var kviðin, hevði havt verkir í eitt samdøgur, men fekk ikki lagt.
Eitt var at gera. Hon bleiv skorin. Keisaraskurð. Tá avtornaði hevði hon fingið 8 hvølpar, sum allir høvdu tað gott.
Tá tíkin vaknaði eftir skurðin, vildi hon ikki vita av hvølpunum, men vit hava frætt, at tík og hvølpar nú hava tað gott og at tíkin er góð við hvølparnar.