Klipping
um heystið |
Koppseting av sleppingarlombum og brundlombum:
Koppingarevni fyri bráðsótt og blóðsótt er at fáa í handkeypssølu á apotekunum. Holla leiðbeining hesum viðvíkjandi eiga tit at fáa haðani. Covexin Koppingarevni fyri garnasótt er at fáa í handkeypssølu á apotekunum. Holla leiðbeining hesum viðvíkjandi eiga tit at fáa haðani. Gudair |
![]() |
Viðgerð fyri iglar og fyri orm í
vinstur, vilum og lungum. Allur seyðurin verður viðgjørdur
við evni at geva inn fyri orm og iglar. Á lágum haga
verður mælt til at viðgera upp aftur í
januar vátar og lýggjar vetrar. Combinex. |
![]() |
Viðgerð fyri lús![]() ![]() Viðgerð fyri smáar lýs og førilús við evni at spræna eftir rygginum, sokallað "Pour-on" viðgerð. Hetta drepur ikki skrubb. Tí kann verða neyðugt at viðgera inniseyð við evni, sum drepur skrubb. Crovect, Noromectin. |
Um jólini | Allir hundar eiga at vera viðgjørdir fyri bendilorm fyri
at minka um vatnbløðrufongdina
í seyðinum. Milbemax |
2-3(-8) vikur undan lembing í apríl |
Koppseting av óm fyri blóðsótt
og bráðsótt:
Koppingarevni eru at fáa í handkeypssølu á apotekunum. Holla leiðbeining hesum viðvíkjandi eiga tygum at fáa haðani. Covexin |
Viðgerð fyri orm í vinstur, vilum og lungum. Evni at geva inn
ella at spræna undir skinnið. Noromectin ella Endospec |
|
Áseyðaroyting
í juli |
Lombini verða koppsett fyri blóðsótt og
bráðsótt:
Koppingarevni eru at fáa í handkeypssølu á apotekunum. Holla leiðbeining hesum viðvíkjandi eiga tygum at fáa haðani. Covexin |
Viðgerð fyri orm í vinstur, vilum og lungum.
1) Hagaseyður: Allur seyðurin verður viðgjørdur við evni at geva inn ella at spræna undir skinnið. 2) Heimaseyður: Heimaseyður gongur ofta á trengri lendi, sum tí verður meira tøðdálkað. Neyðugt kann tí vera at viðgera oftari fyri orm á sumri. Hóskandi er at viðgera um Jóansøku og eftir Ólavsøku. Eisini kann seyðurin viðgerast í samband við flyting frá einum øki til annað. Noromectin ella Endospec |
|