Um tík á illum
Tíkar ganga á illum 1 til 2 ferðir um árið. Eitt rið verður býtt upp í fleiri partur:
Forrið |
Her ger tíkin seg til at ganga á illum. Burðarliðið hovnar og tað drýpur blóð frá henni. Hundar koma til og fjeppast uppi í tíkini, men hon skoytir ikki um teir enn. Hettar stendur við í umleið 9 dagar. (3-16 dagar). |
Rið |
Tíkin vísur áhuga fyri hundum og roynir at halga teir upp á seg. Hon bløðir ikki longur, men tað drýpur ístaðin klárt frá burðarliðinum. Riðið heldur á, til hon ikki leggur í hundarnar longur, umleið 9 dagar. (4-12 dagar). |
Eggloysn |
Eggið loysnar úr eggjastokkinum umleið 1-3 dagar eftir at tíkin fyrstu ferð vil taka ímóti hundum. |
Eftirrið |
Her riggar tíkin av aftur. Burðarliðið minkar, og tað drýpur bert lítið ella als ikki frá henni. Hundarnir missa áhugan fyri henni. 75 dagar. (60-90 dagar). |
Hvíld |
Tíkin gongur ikki longur á illum. Tað ganga í miðal 125 dagar til hon kemur í forriðið aftur. (15-265 dagar). |
Tík fyri illum.
Tá ein tík er búgvin, gongur hon á illum fyrstu ferð. Tað er tó ymiskt hvussu gamlar tíkarnar eru, fyrstu ferð tær ganga á illum. Úr 7 mánaðum upp í 12 mánaðar. Vanligt er, at tíkar av smærri slagi, ganga fyrri á illum fyrstu ferð, enn tey størru hundasløgini. Tíkar kunnu viðgerast, so tær ikki ganga á illum. Tíkin verður sprænd undir skinnið á herðunum við einum hormoni - til dømis medroxyprogesteronacetat. Verður tíkin viðgjørd við hesum heilivági 5. hvønn mánaða, ger hettar, at tíkin als ikki gongur á illum, og so statt at hon heldur ikki verður kviðin. Tað er tó umráðandi, at tíkin verður viðgjørd til røttu tíð. Tað vil siga, at tíkin skal hava gingið á illum minst eina ferð, áðrenn hon verður viðgjørd fyrstu ferð. Tað er umráðandi, at hon verður viðgjørd tá hon er í hvíld - sí oman fyri - umleið 1-2 mánaðar fyri, at hon gongur á illum og síðani 5. hvønn mánaða. Tíkar ganga á illum, so leingi tær liva. Tó sær tað út til, at tíðarbilið, millum at tær ganga á illum, verður longri, sum tíkarnar eldast og møguleikin fyri, at tær kvidnast, verður eisini heldur minni við aldrinum.