Hundur buldur í tannrót. Tanntrekking.

Hundurin er doyvdur. Tað sæst at eitt kýli er undir høgra eyga. Hettar er av einum bulduri, sum hevur sín uppruna í rótini á tí stóra jakslinim í yvirkjaftinum.
Hol verður borað ígjøgnum tonnina, so til ber at deila hana.
Jaksilin verður sagaður í tvey við sagtráði.
Ein partur av tonnini er tikin úr. Arbeitt verður við at fá næsta petti úr.
Jaksilin hevur tríggjar røtur. Her er hann trektur út, eftir at hann var sagaður í trý pettir frammanundan.