Kettuloppur - Ctenocephalides felis
Kettuloppa funnin á kettu í Føroyum

 

Kettuloppur og hundaloppur hava ikki verið vanligar í Føroyum fyrr, men tað tykist nú sum at kettuloppur hava fingið fótin fyri seg her hjá okkum. Har kettuloppur eru vanligar, roynast tær sum ein stór plága hjá bæði dýrum og fólki. Loppurnar stinga og súgva blóð av kettum, hundum, øðrum dýrum og fólki. Tær trívast og nørast tó bert á hundi og kettu. Ein annar trupulleiki sum kemur í kjalarvørrinum á loppunum, er at kettur og hundar kunnu verða smittaði við bendilormi, sum loppurnar bera við sær. Loppurnar eru eyðkendar. Stødd: umleið 1-3 mm. Tær eru døkkar, flatar frá síðu til síðu, so tær lættliga kunnu smúgva sær í ullini. Tá loppurnar eru á hundinum ella kettuni, renna tær skjótt, og kunnu vera ringar at fáa eygað á. Tá tær koma at liggja á hørðum undirlagi, fáa tær tó ikki runnið, tí tær koma at liggja á liðini.  Sum vælkent er, so fáa tær tó hoppað. Verður hundaeigari ella kettueigari varur við kettu- ella hundaloppu á kettu ella hundi sínum, ger hann sær og øðrum dýraeigarum við eina stóra tænastu við at viðgera skjótt og væl og virðiliga. 

Staraloppur eru eisini vanligar í Føroyum um várið og tíðliga um summarið. Hesar loppurnar kunnu eisini súgva blóð av øðrum dýrum og fólki, men nørast tó bert á fugli.