Seyðaheilivágur og trygd.

Tey sum handfara og geva seyði heilivág, eiga altíð at gera hettar við skili. Havast skal í huga, at tað altíð er møguleiki fyri hjáárinum hjá seyðinum og fyri ikki tilætlaðari ávirkan av fólki, um ikki rætt verður borið at.
Niðanfyri verður stutt greitt frá, hvussu nøkur sløg av tí vanligasta heiliváginum til seyð eiga at verða nýtt, og hvørjar óhepnar fylgjur kunnu standast av skeivari handfaring av hesum heilivági.

 
Kopping fyri garnasótt hjá seyði.

So gott sum allur seyður her á landi verður koppsettur fyri garnasótt. Koppingarevnið er eitt bland við deyðum paratuberkulbakterium. Hettar verður sprænt undir skinnið aftan fyri herðablaðið á seyðinum. Er onkur, sum av óvart stingur seg av nálini, er vandi fyri at buldur kemur í, sum kann verða ringt at koma til lívs. Tað verður rátt til, at viðkomandi setur seg í samband við lækna.

Afturhaldstíð eftir viðgerð.

Eina tíð eftir at seyður er viðgjørdur við heilivági, er altíð ávís nøgd av heilivági í kjøtið og gøgnum á seyðinum. Alt eftir hvat fyri heilivág tað snýr seg um, er ymiskt hvussu lang tíð gongur, til ongar leivdir eru eftir í seyðinum. Hettar hevur týdning fyri okkum, tá seyðurin verður dripin. Tá afturhaldstíðin til dráp fyri eitt nú Penicillin er sett til 6 samdøgur, merkir hettar, at ikki fyrr enn 6 samdøgur eftir viðgerð, eru vit vís í at ongar leivdir av Penicillini eru eftir í kjøtinum. Verður kjøt við leivdum av heilivági í brúkt til matna er vandi fyri, at fólk gerast ovurviðkvom, ella um so er, at tey eru ovurviðkvom frammanundan, er vandi fyri, at tey verða álvarsliga sjúk av at eta kjøtið.
Vandi kann eisini vera fyri, at smittuevni (bakteriur, ormur ella annað), sum verða ávirkaði av smáum nøgdum av antibiotika, kunnu gerast mótstøðufør. Tað vil siga, at sum frá líður, rínur heilivágurin ikki við, og sjúkan sum tey elva, verður ring at basa.