Neospora caninum.
Neosporosis er sjúka elvd av einkyknaða (protozo) sníkinum Neospora caninum. Hesin sníkur er nær skyldur við Toxoplasma gondii hjá seyði og kettu. Neosporosis ger serliga um seg hjá neytum, men kann eisini smitta seyð og ross.
Sníkurin setur seg í tarmarnar á hundinum, og smittan fer við skarninum. Hjá neytum er sníkurin fyrst og fremst í fostri og eftirburði.
Sjúkan er um alla verðina har sum neyt og hundar eru. Eisini hjá okkum er sjúkan staðfest fleiri ferðir, í samband við at neyt hava kasta burtur. Sníkurin hevur neyt sum millumvert og hund sum høvuðsvert. Hjá hundi er ikki vanligt at síggja sjúkueyðkenni, men hjá neytum er ein vanlig fylgja av smittuni, at kýrnar kasta burtur.
Viðgerð er eingin, men ráðini eru at syrgja fyri:
at hundar ikki eru í fjósinum, og ikki sleppa at eftirburðum og deyðum kálvum.
at neyt ikki fá atgongd til fóður, vatn ella amboð, sum eru dálkaði av hundaskarni.
Eitt koppingarevni er, Bovilis Neoguard, sum tó ikki er skrásett í Føroyum.