 |
Aldursmeting
|
Ross
|
Tað hevur verið vanligt at meta aldurin á
rossum út frá tonnunum. Mett hevur verið um slitið,
fyrst og fremst av frammtonnunum. Eisini kann aldurin í ein vissan
mun metast út frá vinklinum á frammtonnunum.
Frammtenninar eru seks í undirmunninum og seks
í yvirmunninum. Vit nevna tær: innastu tenn, miðtenn og
uttastu tenn.
Tenninar koma undan og verða skiftar sum niðan
fyri nevnt:
|
Fyrstu tenn
|
Verðandi tenn
|
Innastu tenn
|
0-7 dagar
|
2,5 ár
|
Miðtenn
|
4-6 vikur
|
3,5 ár
|
Uttastu tenn
|
6-9 mánaðir
|
4,5 ár
|
Niðan fyri vísa vit úrval av myndum
av rossatonnum í ymiskum aldri.
Trý ár
Bert tær innastu tenninar eru skiftar. Tenninar sum ikki eru skiftar,
eru smærri.
Fýra ár
Innastu og miðtenninar eru skiftar. Ein
myrkur blettur er at síggja á innastu- og miðtonnunum.
Fimm ár
Allar frammtenn eru skiftar. Tað
sæst ikki slit á uttastu tonnunum enn.
Seks ár
Slit sæst á øllum frammtonnunum.
Ein svartur blettur aftrat kemur til sjóndar á innastu tonnunum.
Átta ár
Á uttastu tonnunum er seinni
svarti bletturin ikki komin til sjóndar enn.
Tólv ár
Allar frammtenn eru nógv slitnar.
Tað er torført at meta neyvt um aldur.
Umleið 20 ár
Allar frammtenn eru nógv slitnar.
Tað er torført at meta neyvt um aldur.