Brúnt
|
Einans um tagl og faks í høvuðsheitum
er svart og rossið annars er brúnt. Skilt verður
millum td. dimmbrúnt ella myrkabrúnt, grábrúnt
og ljósabrúnt.
|
Svart
|
Kroppur, tagl og faks skulu vera svørt . Harumframt
skal húðin um nasar, munn, eygu og kynsgøgn vera svørt.
|
Reytt
|
Skilt verður millum t.d. dimmreytt ella myrkt
reytt, reytt og ljóst reytt. Faks og tagl eru ikki svørt.
Liturin á faksi og tagli skal viðmerkjast eftir høvuðslitin.
Til dømis: Reyð ryssa við hvítum faksi og tagli.
|
Gult
|
Skilt verður millum td. dimm ella myrkt gult,
gult og ljóst gult. Ál er navnið á myrku strípuni,
ið ofta sæst eftir rygginum á (gulum) rossum.
|
Skjórut
|
Samanleypandi ljósir og myrkir blettir. Skilt
verður til dømis millum morr-, blá-, reyð-, og gráskjórut
ross.
|
Grátt
|
Hava eins og gul ross ofta ál. Skilt verður
millum til dømis dimm-, morr-, blá-, og ljósgrá
ross. |
Hvítt og ljóst
|
Skjórut ross kunnu blíva hvít
ella ljós, tá tey verða eldri. Í einstøkum
førum kunnu ross vera litloysingar (albino).
|
Flekkut
|
Um rossið hevur stórar, vælavmarkaðar
hvítar og litaðar blettir, verður tað rópt flekkut.
Litaðu blettirnir avgera litin. Til dømis: gráflekkut,
svartflekkut o.s.fr.
|