![]() |
|
|
|
|
|
|
Ridluskriði (Scrapie). Ridluskriði er sjúka, sum setur seg í heilan hjá seyði. Seyðurin verður rillutur, fær illa gingið og dettur. Eisini hevur seyðurin herviligan kláa. Ullin dettur av og skinnið verður sárut, sum seyðurin skriðar sær. Hettar er smittandi sjúka sum ikki lekist. Ridluskriði og neytaøði er ikki sama sjúku, tó at tær líkjast sera nógv, og at tað verður hildið, at neytaøði upprunaliga er komin frá seyði. Í Føroyum, sum í øðrum londum, eru ásetingar um hvussu farast skal fram, tá sjúkan verður staðfest. Landsdjóralæknaembætið tekur sær av øllum spurningum hesum viðvíkjandi. Einhvør sum hevur illgruna um, at seyður kann hava ridluskriða, eigur at boða myndugleikunum frá hesum.