Ormur hjá hundi.
Kanning av hundum í Føroyum hevur
víst, at nærum 8 % av øllum hundum í Føroyum eru smittaðir við ormi. Av hesum er
mest til av spolormi, Toxocara canis. Býtið av teimum ymisku sníkunum var
annars soleiðis:
Spolormur, Toxocara canis |
4 % |
Bendilormur, Taenia hydatigena | 2,6 % |
Koyrilsormur, Trichuris vulpis | 0,9 % |
Franskur hjartaormur, Angiostrongylus vasorum | 0,4 % |
Ongulsormur, Uncinaria stenocephala | 0,4% |
Spolormur. Toxocara canis. Spolormurin er vanligasti ormurin hjá hundi. Hann verður upp til 10 cm langur. Orsøkirnar til at hesin ormur er so vanligur, eru fyrst og fremst fylgjandi:
Stórt tal av eggum eru undan hvørjum ormi. Tað er ikki óvanligt at tað í 1 g av skarni frá einum hvølpi, kunnu verða umleið 15.000 egg. |
Eggið tolir sera nógv av. Tað kann liggja í fleiri ár í lendinum og tó smitta. |
Tíkin ber smittuna í sær í áravís uttan at verða sjúk. |
Spolormaegg, Toxocara canis |
![]() |
Spolormur frá hundi |
Ringrás hjá spolormi hjá hundi |
Sjúkueyðkenni kunnu verða: vánaligur trivnaður, losing, innrið, spýggja, hosti, histi og losing. Serliga eru tað hvølpar og ungir hundar ið vísa tekin til at vera sjúkir av ormi. Vanliga sæst einki til ormin, men við hvørt er ormur at síggja í spýggju frá hundinum. Eggið er so lítið, at tað sæst bert í sjóneyku. |
Spolormur |
Møguleikarnir fyri smittu eru fleiri:
|
Viðgerð: Rátt verður til at viðgera vaksnar hundar fyri orm 1-2 ferðir um árið. Hvølpar oftari. |