Sterilisering - gelding. Tík.
Meiri vanligt er vorðið at gelda tík. Hettar vil siga, at hvølpamóðir
- lívmóðir- og eggjastokkar við skurði, verða tikin úr tíkini. Er ein tík geld
ella steriliserað, gongur hon ikki á illum, og hon verður sjálvsagt heldur ikki
kviðin.
Leiðbeining í samband við skurðviðgerð
av tík
Rátt verður til, at tíkar verða steriliseraðar áðrenn tær
ganga á illum fyrstu ferð, tað vil siga, tá tær eru um 6-10 mánaðar gamlar.
Kanningar vísa, at tá tíkar verða geldar so ungar, er vandin fyri at tær seinni
fáa krabbamein í júgurvevnaðin so gott sum burtur. Júgurkrabbi er tann
vanligasta krabbameinssjúkan hjá hundi.
Annars er einki aldursmark fyri, nær ein
tík kann verða steriliserað.
Myndin omanfyri sýnir hvølpamóðir hjá tík. Stóru pílarnir vísa, hvar skorið
verður av. Eggrót og hvølpamóðir millum pílarnar verður tikin burtur.
Myndin sýnir eina tík, ið júst er liðugt skurðviðgjørd.